Nógvir møguleikar men ikki vandaleyst

Í Rumenia er arbeiðslønin sera lág. Minstalønin er uml. kr. 500 netto pr. mána. Arbeiðsgevarin betalur skatt til statin. Tí kostar tað einum virkið uml. 1000-1500 kr. pr. mána.

Lógir broytast javnan. Men teir ynskja ES limaskap í 2007 og tí má roknast við rímuliga stabilum lógum framyvir.

Tað er ógvuliga nógv korruptión. Skalt tú hava arbeiði í banka er neyðugt at gjalda fyri at fáa arbeiðið. Sama um tú vilt verða vísur í at fáa koyrikort ella fáa viðgerð á sjúkrahúsi. Kanning vísti at uml. 30% høvdu goldið læknum eyka fyri at fáa viðgerð.

Møguleikarnir eru nógvir men farast má hóvliga fram.

 
KNASSAR EasyWeb    Stjórna
Ein loysn frá KNASSAR , KNASSI